Á hesum nýggja portalinum - www.ferdast.fo - sum í mangar mátar er slóðbrótandi, er møguleiki at finna og bíleggja sær pakkaferðir, fótbóltsferðir, konsertir, hotell, bil, ferjur, summarhús og atgongumerki til konsertir úti í heimi.
- Allar ferðaskrivstovurnar í landinum fáa møguleika at leggja tilboð inn á síðuna. Hetta skuldi gjørt, at úrvalið av ferðum á síðuni skuldi verið tað besta, siga stovnararnir og designarar av hesi heimasíðuni, Magni og Ann-Mari Mouritsen.
Á síðuni er eisini møguligt at finna ferðaupplýsingar um flogferðslu, valuta, ferðaguide, hvørjar eru føroysku ferðaskrivstovurnar, eins og hvørjar úlendskar síður er best at leita á.
Ferðatíðindini á síðuni verða dagførd so skjótt sum okkurt rørir seg innan vinnuna. Her kann ma.a. verða upplýst um nøkur nýggju ferðamál á veg, og um ferðaseðlarnir verða bíligari á Føroya-rutuni.
Ferðakjakið á síðuni skal leggja upp til eitt opið forum millum føroyingar, har ein kann útveksla góð hugskot um ferðamál og mátar. Nær er best at ferðast og hvar?
Spennandi kappingar við góðum ferðavinningum verða við jøvnum millumbilum á síðuni. Byrjað verður við eini kapping har vinningurin er konsertferð fyri tvey á Robbie Williams konsert í Keypmannahavn.
Á ferðaauktiónini, sum verður leypandi, kann ein verða heppin og ogna sær eina bíliga ferð.
- Er tað bert ein gisting á hotelli í Danmark tú leitar eftir, ella ein pakkaferð suður í heitari lond, so skuldi síðan verið ein gott stað at byrja at leita, siga Magni og Ann-Mari.