»Hentari er handartak manni livandi, enn lov, tá ið látin er«

Anfinnur Johansen

--------------

 

Góði Jóhan Hendrik! Góða samkoma!

Fyri skjótt fjøruti árum síðan, hin 1. oktober 1969, var Jóhan Hendrik inni í út¬varp¬inum niðri á Bryggju¬bakka, har ið útvarpsstjórin Niels Juel Arge hevði sam¬røðu við hann í út¬varps¬tátt¬inum Millum fjals og fjøru. Við hesi samrøðu varð sjøtul settur á tann so vælkenda útvarps¬táttin Orðabókina, ið Niels Juel Arge skeyt upp at nevna hann. Fyrimyndin fyri útvarpstáttinum Orða¬bók¬ini var tátturin Íslenzkt mál, ið Jakob Benediktsson og sam¬starvs¬menn við Orðabók Háskóla Íslands stóðu fyri. Tá ið Jóhan Hendrik las í Íslandi árini 1960-62, var, sambært honum sjálvum, hesin táttur mill¬¬um tað út¬varps¬evni, ið hon¬um dámdi eina best at lýða á. Tá ið hann í 1968 varð sett¬¬ur til at greiða til útgávu eyka¬bind til føroysku-donsku orðabókina og far¬ið varð ígjøgnum orðasavnið, gjørdist tað hon¬um skjótt greitt, at tørvur var á at fáa svarað ótald¬um spurningum um orð í savn¬in¬um, skuldi tað vera møgu¬ligt at geva fullgóða lýs¬ing av merking, nýtslu, framburði, út¬breiðslu o.s.fr. Tá vóru hyggjuráðini at taka til tað, sum hann hevði lært av ís¬lendsk¬um orða¬bók¬ar¬monn¬um: at nýta útvarp til at koma í sam¬band við fólk við spurn¬ingum um orð, ið ov lítið var vitað um. Og hvar er sjálvsagdari at leita eftir málinum enn hjá tí fólki, sum tal¬ar tað, og ígjøgn¬um útvarpið bar jú til at koma út í hvønn krók í landinum.

Í hesi samrøðuni 1. oktober 1969 – úrdráttur er prentaður sum inn¬gangs¬orð í bókini – varð m.a. sagt frá ætlanini við táttinum. Boðið varð fólki at senda honum spurn¬ing¬ar um málslig ivamál, og afturfyri skuldi so Orða¬bókin kunna spyrja lurtarar um orð og orða¬felli, sum savninum skort¬aði upplýsingar um. Longu í hesi samrøðu vórðu tveir spurn¬ingar settir lurt¬ar¬um. 23. okto¬b¬er varð fyrsta Orðabókarsendingin útvarpað. Sagt varð eina ferð aftur frá endamál¬in¬um við táttinum. Eitt málsligt evni varð tikið til við¬gerð¬ar, eins og gjørt varð í flestum eftirfylgjandi sendingum, og at enda vórðu tveir spurn¬ingar settir lurtarum; tað var eisini reglan í øllum send¬ing¬um aftaná. Tað varð hon¬um spáað av summum, at henda roynd fór ikki at geva úrslit, tí at ilt mundi vera at fáa fólk at skriva brøv. Jóhan Hendrik var eisini held¬ur vónsvikin av úrtøkuni av fyrstu sending, tí at bert eittans bræv kom. Tað var ein fyrispurningur um eitt orð; einki svar kom til teir spurn¬ingar, hann hevði sett. Men nú var ikki at gevast á hendur og falla í fátt, og aftan á aðru sending, ið var 6. november, var annað lag: tað komu ikki færri enn 15 brøv. Síðan var Orðabókin regluliga at hoyra í útvarpinum 14. hvønn dag vetr¬ar¬hálvuna, men lá tó niðri ein¬stak¬ar vetrar. Síðsta sending, sum var nr. 198 í røðini, varð send 26. apríl 1993. Hvør send¬ing var um hálvan tíma til longdar.

Undirtøka lurtaranna var frálíka góð, nógv betri enn vónað og væntað var. Orða¬savn¬ið hevur á henda hátt fingið nógv orðatilfar, ið annars valla var komið, og nýggj¬ar upp¬lýsingar um orð, tað hevði ov lítla vitan um. Mong sendu orð og orðafelli av sín¬um ein¬tingum, ja, frá summum komu heil orðasøvn. Eisini fekst ikki sørt burtur úr mál¬burð¬in¬um í brøvunum sjálv¬um. Tað, sum sermerkir flestøll brøvini frá lurtarunum, er, hvussu væl, ið greitt er frá orðunum, og hvussu greið, ið dømini eru, og hvussu greidligt tað samanheingið er, ið orðini verða sett í. Nógvar av hesum orðingunum kundu vit bein¬leiðis nýta í okkara orðalýsingum til móðurmálsorðabókina, sum kom í 1998. 15. oktober 1976 varð sending nr. 70 send. Tá nevndi Jóhan Hendrik nøkur tøl frá eini upp¬gerð, ið hann hevði gjørt. Til tær 69 ferð¬irnar, ið Orðabókin hevði verið í útvarpinum, fekk hon til samans tætt við 700 brøv, t.e. um 10 í miðal til hvørja sending, og um leið 4500 orð vóru skrivað á seðlar til orðasavnið, t.e. um 65 í miðal frá hvørjari send¬ing. Ávís¬ir lurtarar sýndu eisini táttinum serstakan trúskap og skrivaðu ferð eftir ferð. Brøv vóru komin frá um 340 ymsum fólkum í 69 bygdum og býum, og harafturat komu ikki so fáir brævskrivarar, ið ikki nevndu seg við navni. Jóhan Hendrik hevði sum megin¬reglu ikki at nevna nøvn teirra, ið skrivaðu brøv, ikki minst tí, at tað vóru so mong, sum bóðu um at verða ónevnd, og tað hevur ivaleyst eisini gjørt sítt til, at fólk ikki hildu seg aftur at skriva. Rokna vit við, at 65 orð í miðal vórðu skrivað á seðlar frá hvørj¬ari send¬ing, fáa vit til samans fleiri enn 12000 orðaseðlar úr øllum 198 sending¬un¬um. Og tá ið blað¬að verður í orðaseðlasavnin¬um á Føroyamálsdeildini, er tað í heil¬um, at seðlar, sum stempl¬að er á Orða¬bók Útvarpsins, koma fyri.

At fólk høvdu stóran áhuga og vóru glað fyri Orðabókina, sæst so týði¬liga av brøvunum, tí tað er so javnan, at tey annaðhvørt byrja ella enda bræv¬ið við tí. Ein lurtari skrivar enntá, at tá ið Orðabókin kemur fyri, læsir hann úthurðina, so at eingin skal koma inn og órógva hann.

Manga óvæntaða gleði veittu lurtarabrøvini eisini Jóhan Hendriki sum orðasavn¬ara. Orð komu til savnið, sum ongantíð vóru uppskrivað áður, men sum hava djúpar og forn¬ar røt¬ur í føroyskum máli. Eisini kom tað mangan fyri, at orð komu úr livandi talað¬um máli, sum vit annars bert kendu úr meir enn tvey hundrað ára gomlum orðabóka¬hand¬rit¬um J.C. Svabos. Sum dømi um orð, sum ikki áður var komið í orðasavn okkara, og sum eing¬in orðasavnari áður hevði rakt við, var orðið ón, sum kom í brævi skriv¬að¬um í Svín¬oy 11. februar 1973 av Onnu Danielsen. Hon nevnir nøkur orð, sum hon hevði hoyrt av goml¬um manni. Til seinast kemur hesin setningurin: ‘barnið kundi ikki mammu síni ón – varð sagt um barn, sum altíð vildi fara við mammuni, hvar hon enn fór’. Jóhan Hendrik skilti beinanvegin, at her var komið fornt og forkunnugt orð, kendi tað eftir stutta leitan aftur sum fornnorrøna fyrisetingarorðið ón. Hetta var merkiligur og for¬vitnis¬ligur fundur, tí hetta fyrisetingarorð er annars burturdeytt í nýføroyskum, og uttan ella fyri uttan er komið í staðin. Nevnt kann verða, at orðið ón t.d. er skylt við hitt týska orðið ohne, ið sum kunnugt eisini merkir ‘uttan’. Jóhan Hendrik ringdi til konuna, ið skrivað hevði brævið, til at for¬vitnast meir um orðið, og fekk at vita, at maðurin, hon hevði tað eftir, var Árant Joen¬sen í Hattarvík, tá 85 ára gamal. Hann doyði í 1977. Seinni komu upplýsingar eisini aðra¬staðni frá um orðið. Hetta var so eitt av teimum mongu “ókendu” orðum, ið komu und¬an kavi gjøgnum brøv til útvarpstáttin Orðabókina.

Nú var tað óivað so, at okkurt, sum orðabókin spurdi um, kundi hoyra til dagligt mál hjá onkrum lurtara, so at hann helt, at tílíkt átti ein at vita, sum skal eitast at vera kønur í føroyskum máli. Men tað er tað, sum er so merki¬ligt við mál¬in¬um í hesum lítla landi, at tað er so fjølbroytt. Tað, sum er vælkent og van¬ligt einastaðni, kann vera púra fremmant og ókent aðra¬staðni, og eingin kann allar dyr at goyma. Eg skal nevna eitt dømi. Eina ferð varð spurt um orð¬ið /aggap/, stavað avgap, ið verður nýtt um eitthvørt, ser¬stakliga klædna¬plagg, ið er ov stórt ella vítt, t.d. handa troyggjan er eitt øgi¬ligt av¬gap. Eg skal lesa tað, sum ein lurtari úr Norðuroyggjum skrivar: “Tað var orð¬ið “avgap” (aggap), sum tú fregnaðist um í seinastu sending. Tað undr¬aði meg, at hetta skuldi vera so lítið kent, tí fyri mær er tað næstan líka van¬ligt sum hann og hon. Aftaná segði eg við 94 ára gomlu móður mína, at nú vóru tað summi, sum ikki kendu orðið avgap. “So eru tey býtt”, segði hon.

Einaferð var tað ein, sum skrivaði í bløðini og fanst at Orðabókini fyri, at hon bara kravdi av fólki og einki læt afturfyri. Eyðvitað er ikki ókeypis at skriva og senda brøv, ei heldur at ringja, men tíverri var – og framvegis er – fíggjarorka okkara ikki til at rinda nakað afturfyri, og nakað putlut hevði tað eisini verið at um¬sitið. Tað hevur altíð verið vón okkara, at tey, sum vilja vera so beinasom at hjálpa okkum við innsavning, eru soleiðis sinnað, at tey kenna sær, sum tað ber løn sína í sjálvum sær, og annars hjálpast við eina hjartaliga tøkk! Vón¬andi kennist henda tøkk ikki, sum tann, ið við hvørt segðist vera partur av flutningskeypi. Flutningskeyp var lítil samsýning fyri flutning ella skjúts. Í føroysku orðabókini stendur, at flutningskeyp var ofta turr tøkk og vát reyv. Upphavsmaður at hesum tiltaki sigst vera Víðareiðis-Líggjas, eisini nevndur Hoyvíks-Líggjas. Hann skuldi vera sera hittinorðaður mað¬ur. Tað var eisini hann, sum skuldi finna upp á orðið stúkuskifti um eitt stutt tíðarskeið: hann var har eitt stúkuskifti – til hann skifti stúku næstu ferð. Á einum orðaseðli stendur, at eingin skuldi liggja longur inni á fólki enn tvey stúkuskifti. Ein maður ringdi einaferð og vildi vita, hvussu nógvar dagar eitt stúkuskifti var. Hann helt lítið um málkunnleika okkara, at vit ikki vistu at siga honum tað.

Øll tey brøv, ið Orðabókin fekk frá lurtarunum tey árini, hon var at hoyra í út¬varp¬in¬um, eru í tíðarrøð goymd væl og virðiliga í eldvardu goymsluni á Føroyamáls¬deild¬ini – eisini øll handritini til sendingarnar, sum eg sjálvur havi skrivað inn í teld¬una til hesa útgávu. Í eini bók við so stórari orðanøgd – o.u. 630.000 orðum á nett 1000 blaðsíðum – slepst ikki undan mis¬sløgum og øðrum óreglusemi, men tann ábyrgdin er mín!

Ein tílík útgáva kann eyðvitað skipast á ymsan hátt. Við tað at send¬ing¬arnar hava eina ávísa fasta skipan, kundi ein háttur verið at býtt send¬ing¬arn¬ar og tessvegna bókina í fýra bólkar ella partar. Høvuðsparturin kundi snúð seg um tey orð og annað, ið Orða¬bók¬in spyr lurt¬ararnar um, og sum teir síðan svara til. Hesin partur kundi itið “Lurt¬ar¬arn¬ir spurdir”. Ann¬ar part¬ur kundi itið “Orðabókin spurd”, tí at at kalla í hvørjari send¬ing eru spurn¬ingar frá lurtarum til Orðabókina. Triði partur kundi itið “Málrøkt”, tí í næst¬an hvørjari sending tekur hann fyri onkran skeivan mál¬burð, ið hann annað¬hvørt hevur sæð á prenti ella hoyrt. Ofta byrjar hann eina sending við ein¬um formála um eitt ávíst evni. Fleiri av hesum formálum eru ógvuliga upp¬lýsandi og áhugaverdir og kundu kom¬ið at staðið í fjórða og síðsta parti við heit¬in¬um “Hugleiðingar”. Ein annar útgávu¬hátt¬ur var at skipa bókina sum eina orðabók við leit¬orðum og øllum frá¬greið¬ing¬un¬um í bók¬stavarøð, um¬framt eftir evnum. – Men eg eri kom¬in til ta niðurstøðu, at frægast er at geva sendingarnar út í sama líki, sum tær vórðu út¬varp¬að¬ar, tí tað endur¬gevur tað tíðarbærið, tær vórðu sendar, umframt at endur¬gáv¬an úr brøvum lurt¬ar¬ans ikki broytir skap. Tí er samanumtikið eing¬in ritbroyting gjørd, men bert ávísar endur¬tøkur strikaðar. Vón¬andi kann orða¬listin aftast í bók¬ini økja um nýtslu¬virðið.

Nú ið henda bók kemur út, eru fleiri av brævskrivarunum til Orða¬bók¬ina farnir undir grønu torvu, men við eini tílíkari útgávu kunnu vit reisa teim¬um og øllum, sum sendu henni brøv og tilfar, ein minnisvarða. Eyð¬kent fyri meginpartin av hesum heim¬ild¬ar¬fólkum er, at tey høvdu lítla skúla¬gongd, men við teirri ómetaligu vitan um dagsins viður¬skifti á sjógvi og landi hava tey verið við til at bjarga nógvum av tí siðsøguliga ment¬an¬ar¬arvi, ið tey numu av forfedrum sínum. Við at fáa alt hetta tilfar á prent kunnu vit, ið nú eru uppi á døgum, og komandi ættarlið fáa lut í allari hes¬ari vitan um ment¬an¬ar- og siðsøgu okkara gjøgnum øldir. Men størstu tøkk¬ina eigur Jóhan Hendrik, sum legði allar orðabókasendingarnar til rættis, tí hetta orða¬savningararbeiði hansara er av sonn¬um eitt lívsverk, sum gevur hon¬um sess ímillum aðrar mætar orðasavnarar sum J.C. Svabo, Nico¬lai Mohr, Jákup Jakobsen og Chr. Matras.

Danska skaldkonan Ingeborg Næstved hevur gjørt eina yrking, har ið fyrsta reglan byrj¬ar við hesum vælkendu orðunum: Giv mig en blomst, mens jeg lever. Undir hesum orð¬um býr hugsan átøk teirri í einum føroysk¬um tiltaki, sum vit hava eftir Hans Dals¬gaard sála úr Skálavík. Í 1968 fekk hann M.A. Jacobsens virðisløn, og tað gleddi hann ógvu¬liga nógv. Í takkar¬røð¬uni, hann helt, fekst dømi um, hvussu væl og snøgt hann dugdi at taka til. Hann endaði við hesum orðum: Hentari er handartak manni livandi, enn lov, tá ið látin er.

 

Góði Jóhan Hendrik! Við hesum nýtu orðum Hans Dalsgaards ynskja for¬lag¬ið Sprotin við Jonhardi Mikkelsen og eg sjávur tær hjartaliga til lukku á sjeyti og fimm ára føð¬ing¬ar¬degi tínum í dag. Og við hesum orðum mínum fari eg at biðja teg at koma upp higar at taka ímóti tí fyrsta eintakinum av Orða¬bókini!