Hent gáva til tey eldru

Búfólkini á eldrasambýlinum í Vestmanna fingu eina óføra jólagávu í desember mánaði: Ein stóran buss, sum fer at lætta munandi um dagliga flutningin. Gevari er ein sclerosu-raktur vestmenningur í Esbjerg.

Vestmanna: - Bussurin hevur verið til stóra hjálp fyri Paula. Og nú vóna vit, at hann verður tað sama fyri búfólkini á sambýlinum, sigur Vanda Rasmussen, sum er mamma Paula.

Vanda og maðurin Hans Jacob fluttu úr Vestmanna til Esbjerg í 1990. Sama árið fekk sonurin Pauli staðfest sclerosu.

Hann býr nú á einum heimi fyri fólk við likamligum breki, og hevur fyri stuttum fingið annan buss at koyra seg, hagar hann vildi.

Tann gamli bussurin, sum hevði 11 ár á baki og sum einans hevur koyrt 81.000 kilometrar, var í góðum standi. Hann er haraftrat útgjørdur soleiðis at hann kann rúma trimum koyristólum.

Avgjørt varð at lata henda bussin sum gávu til eldrasambýlið í heimbygdini Vestmanna.

Áðrenn tað var bussurin til eftirlit og fekk framdar allar tær neyðugu umvælingarnar. Síðani var hann fluttur til Føroyar og handaður sambýlinum nakað undan jólum.

Her stendur hann enn við donskum nummarplátum, men so skjótt sum tær føroysku koma á, kann hann fara undir tað sum hann er ætlaður til: At lætta um hjá búfólkunum og lættliga kunna ferðast við teimum kring landið.

Á eldrasambýlinum í Vestmanna búgva sjey fólk.