Hetta segði Real Madrid forsetin, Florentino Perez, eftir dystin millum Real Madrid og Arsenal, har Henry skoraði einasta málið. Perez varð spurdur, um Real hevði í hyggju at keypa Henry frá Arsenal í summar. Svarið hjá forsetanum var, at Arsenal vildi hava Henry at vera verandi, og hann var sjálvur sannførdur um, at Henry fór at velja at leingja sáttmálan við Arsenal.
Gitingarnar um framtíð Henrys eru annars nógvar, og Real Madrid og Barcelona er í løtuni favorittar at lokka Henry til sín komandi kappingarár. Tó er einki komið uppá pláss hesum viðvíkjandi, tí Henry framvegis er í samráðingum við Arsenal.










