Slatur hevur í vikuvís gingið um, at franski Arsenal-liðskiparin, Thierry Henry, skal vera á veg til Barcelona. Hvørgin av pørtunum hevur tó vilja gjørt nakrar serliga viðmerkingar til málið.
Nú er tó líkt til, at Henry kann vera á veg vekk frá Arsenal. Venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, og Ferran Soriano, sum er fíggjarleiðari hjá Barcelona, hittust í gjár í París, og Henry var eftir øllum at døma samtaluevnið á fundinum.
Tað er tó líkt til, ar Wenger vil hava Barcelona-áleyparan Eto´o til Arsenal, sum ein part av avtaluni, men enn er ógreitt, um Barcelona vil ganga hesum á møti.
Hvussu er og ikki, so eru partarnir eftir øllum at døma langt frá hvørjum øðrum, men tað er ikki óhugsandi, at franski Henry verður at finna í Barcelona-álopinum komandi kappingarár.










