Tá Føroya Ellisakfør fyri eini tíð síðan hevði eitt hugnakvøld í hølum felagsins Yviri við Strond í Havn, hevði felagið bjóðað Atla Jensen, sum í mong ár var stjóri á Bileftirlitinum, núverandi Akstovuni, við til kvøldið.
Atli Jensen veit ein hóp av søgum at siga um hendingar, sum honum vóru fyri, tá hann í sínari tíð fór út at sýna bilar kring landið. Á hugnakvøldinum segði hann frá ymiskum søgum um, hvussu honum hevði gingist, og ein av teimum meira dramatisku hendingunum fór fram í Vágum.
- Eg var farin í Vágar at sýna bilar og ein av bilunum, sum henda morgunin skuldi sýnast í Sørvági, var bussurin, sum rutumaðurin, Henry Davidsen, koyrdi. Henry var líka sum sjálvt álitið í Vágum. Bilarnir komu oman á kaiuna og í smiðjuna til sýn. Nú kemur Henry, og tá hann skjótt skal í rutu, ynskir hann at sleppa eitt sindur fram í røðina.
Atli Jensen segði, at tá hann skuldi kanna bremsurnar á bussinum hjá Henry, setti hann seg í bussin, koyrdi rættiliga harðliga og smekkaði bremsurnar í.
- Men, hvat hendi? Jú, bremsurørið brotnaði, og pedalurin fór í botn. Tað mundi gingið heilt galið, tí eg hevði ikki hugsað, at júst hetta fór at henda. Men, eg kláraði at fáa róðrið í borðið, soleiðis at eg og bussur ikki fóru í havið.
Nú var Henry Davidsen ikki blíður. Hann helt, at hetta var ein ógvusligur máti at viðfara bussin upp á. Henry spyr nú, hvat hann skal gera, tí hann skal í rutu.
- Eg noyddist at siga, at tað bleiv so ikki í dag, men heldur ein annan dag. Hvat hann so skuldi gera, fekk eg ikki hjálpt honum við. Kanska kundi hann royna at fáa onkrar aðrar bilar í Sørvági at koyra.
Atli Jensen segði, at sum løtan leið, javnaði tað seg so nøkulunda við Henry Davidsen.
- Eg segði, at hann skuldi fara í smiðjuna og fáa bremsurørið gjørt. Tá hetta varð liðugt, skuldi hann fáa smiðjuna at skriva eina kvittan upp á arbeiðið. Síðan skuldi hann fara til sýslumannin og fáa nummarspjøldrini aftur. Mær nýttist ikki at koma vestur aftur og síggja, at arbeiðið varð gjørt fyri, at hann skuldi fáa spjøldrini aftur.
Tá Atli Jensen kom vestur í Vágar aftur einar tvær ella tríggjar vikur seinni, var Henry Davidsen ógvuliga blíður og fyrikomandi og bjóðaði Atla Jensen bæði ræstan fisk og heim til ein betri døgurðabita. Hví so var, kunnu lesarar lesa um í Vikublaðnum, sum kemur í hvørt hús í Føroyum fyrst í hesi vikuni.
Vit kunnu avdúka so mikið, at hevði Atli Jensen henda dagin í Sørvági ikki roynt bremsurnar á bussinum hjá Henry Davidsen so ógvusliga, sum hann gjørdi, kundi Henry við fullum bussi av fiskimonnum lættliga verið endaður úti í Vestmannasundi.