Nú er Thierry Henry besti franski málskjúttin nakrantíð. Tað varð greitt í kvøld, tá ið Frakland við 2-0 sigri á heimavølli á Litavia tók risa fet ímóti EM endaspælinum næsta summar. Serliga tí at Skotland í dag snávaði í Georgia.
Tað var striltið hjá fransmonnum, men síðstu tíggju minuttirnar skoraði Thierry Henry tvær ferðir. Málini bera við sær, at Henry nú er besti franski landsliðsmálskjúttin nakrantíð.
Tá ið Henry leygardagin skoraði í Føroyum, legði hann seg upp á síðuna av Michael Platini, sum var toppskjútti við 41 málum. Nú hevur Thierry Henry skorað 43 landsliðsmál fyri Frakland.
Umframt Ukreina-Føroyar 5-0 og Frakland-Litavia 2-0 var ein annar dystur í bólki B. Georgia vann á heimavølli 2-0 á Skotlandi.
Støðan: Frakland 25, Skotland 24, Italia 23, Ukreina 16, Litavia og Georgia 10 og Føroyar 0 stig. Italia og Ukreina hava spælt 10 og hini hava spælt 11 dystir.
17. november: Litavia-Ukreina og Skotland-Italia. 21. november: Italia-Føroyar, Georgia-Litavia og Ukreina-Frakland.