Svenski dómarin, Martin Hansson, verður neyvan nakrantíð móttikin sum hetja í Írlandi, eftir at hann í gjárkvøldið yvirsá eina hond á bóltinum, beint áðrenn Frakland fekk útjavnandi málið í umdystinum, ið tryggjaði fraklendingum atgongd til HM-endaspælið í Suðurafrika næsta summar.
Írarnir mótmæltu dúgliga eftir 1-1 málið, sum William Gallas skoraði í 103. minutti, men einki hjálpti. Svenski dómarin hevði ikki sæð, at Thierry Henry hevði tikið bóltin við hondini, áðrenn hann spældi Gallas frían, og tí gjørdist einki. Nakað, um Henry sá út til at vera minst líka keddur um, sum nakar annar!
Undan hesum hevði tað verið Írland, sum hevði Frakland undir stórum trýsti. Eftir at Frakland hevði vunnið 1-0 í Dublin leygarkvøldið, noyddust írar at vinna í París, og tá Robbie Keane skoraði til 1-0 í 32. minutti, kveiktist írska HM-vónin av álvara.
Írar hildu fram við at søkja at franska málinum, men í seinna hálvleiki tóku fraklendingar alsamt meira yvir, men skaptu púrt einki. Við støðuni 1-1 samanlagt eftir 90 minuttir, mátti umdystur til, og tá fall avgerandi málið hjá Gallas.
Portugal trygt til HM
Portugal skal komandi summar fyri triðju ferð á rað vera partur av einum HM-endaspæli. Tað stóð greitt, tá Portugal á útivølli vann 1-0 á Bosnia/Herzegovina, tí tað úrslitið gav portugisum ein samanlagdan 2-0 sigur og eitt trygt atgongumerki til Suðurafrika.
Heimaliðið legði bragdliga fyri í gjárkvøldið, men hóast góðan stuðul frá áskoðarunum, eydnaðist ikki at sleppa ígjøgnum portugisisku verjuna, og fáir málmøguleikar vóru sum heild í dystinum, sum var spældur í Zenica.
Í seinna hálvleiki legði Bosnia/Herzegovina enn meira fyri, og tá góvust gestunum møguleikar í hinum endanum. Ein slíkan útnyttaði Raul Meireles góðar 10 minuttir eftir steðgin, tá hann sendi bóltin inn um stongina til 1-0 og sostatt var alt avgjørt.
Nú kravdist av Bosnia/Herzegovina, at trý mál skuldu skjótast, og tann uppgávan var ógjørlig – ikki minst, eftir at Sejad Salihovic fekk seinna gula kortið eitt korter fyri tíð
HM uttan Russland
Slovenski forsætisráðharrin, Borut Pahor, hevði í skemti lovað, at hann skuldi bustað skógvarnar hjá slovensku landsliðsspælarunum, um teir megnaðu at spæla seg til HM-endaspælið í Suðurafrika, og í gjárkvøldið tóku teir hann upp á orðið!
Russland, sum í fjør spældi seg í hálvfinaluna í EM, vann 2-1 í heimadystinum leygardagin, men slapp ikki víðari, tí Slovenia í gjárkvøldið vann 1-0 – og kom víðari, takkað veri útimálinum í fyrra dystinum. Sostatt var tað eisini fyrstu ferð, at Guus Hiddink sum venjari ikki megnaði at fáa sítt landslið við til eitt endaspæl.
Í fyrra hálvleiki var dysturin linligur, men stutt fyri steðgin kom slovenska málið, ið avgjørdi alt. Zlatko Dedic fekk bóltin úr høgru síðu og plaseraði skotið væl, og so var 1-0 til Slovenia.
Støðan hjá russum gjørdist ikki frægari í seinna hálvleiki, tá fyrst Alexander Kerzjakov fekk reyða kortið miðskeiðis í hálvleikinum og síðani Jurij Zjirkov í yvirtíðini. Hóast stjørnurnar, Andrei Arsjavin og Roman Pavljutjenko, royndu sítt ítarsta, eydnaðist ikki at taka HM-atgongumerkið aftur frá slovenum.
Grikkar rukku á mál
Eftir 0-0 í fyrra dystinum í Athen, lá tað líkasum meira til Ukraina, sum í gjárkvøldið tók ímóti Grikkalandi í Donetsk. Men tað gjørdust altso gestirnir, ið fingu einasta málið í dystinum, og sostatt rakk Grikkaland sínum máli, bæði so og so.
Ein góður hálvur tími var spældur av dystinum, tá Dimitris Salpingidis fekk sent bóltin fram við ukrainska málverjanum til 1-0, og so gjørdist mótbrekkan hjá Ukraina so stór, at liðið ikki megnaði at reisa seg aftur. Og Ukraina var slett ikki í nánd av at fáa tvey mál, ið var kravið, nú grikkar høvdu fingið eitt týðandi útimál.
Ukrainar royndu at trýsta, men teir megnaðu ikki at vera nóg skipaðir ímóti drivnu griksku verjuni, ið fekk vart seg fyri øllum atsóknum. Sostatt sleppur Grikkaland fyri aðru ferð til eitt HM-endaspæl, og tí var einki heldur at siga til, at tíðindafólk vistu at siga frá góðum veitsluhýri í Athen líka til ímóti morgni í morgun.
--------
Hesi eru HM-klár
Tilsamans 32 lond skulu við til HM-endaspælið í Suðurafrika komandi summar, og higartil hava 27 lond spælt seg til endaspælið, umframt at Suðurafrika sleppur við sum vertstjóð
Europa: Ongland, Spania, Holland, Týskland, Danmark, Serbia, Italia, Schweiz, Slovenia og Grikkaland
Suðuramerika: Brasil, Paraguay, Chile og Argentina
Norður- och Miðamerika og Karibia: Mexiko, USA og Honduras
Afrika: Ghana, Fílabeinsstrondin, Nigeria, Cameroun, Algeria og Sydafrika
Asia: Australia, Japan, Suðurkorea og Norðurkorea
Kyrrahavslondini: New Zealand