Mong høvdu spátt leysasøgurnar um Henry til FC Barcelona sum sera tunnar. Men annað fingu tey at vita í dag, tá ið Arsenal váttaði, at Thierry Henry verður sendur til FC Barcelona. Nú manglar bert læknaváttanin.
Næstovastin í FC Barcelona, Ferran Seriano, hevur hesa vikuna verið í London og samráðst við nevndina í Arsenal, og samráðingarnar eru eftir øllum at døma komnar á mál.
29 ára gamli stjørnuáleyparin sigst at kosta FC Barcelona góðar 180 mió. kr., og eftir ætlan verður talan um ein fýra ára sáttmála. Henry, sum var liðskipari hjá Arsenal, hevur leikt í felagnum síðan 1999.