Henry stríðist fyri finaluni

Franski álopsspælarin Thierry Henry stríðist nú við at koma fyri seg aftur, so at hann kann spæla finaluna í Champions League tann 27. Mai. Henry varð skaddur herfyri, og av fyrstan tíð var hildið, at talan var um ein minni skaða. Men nú er ivasamt, um Henry verður tøkur til finaludystin hjá Barcelona ímóti Manchester United.