Fjølmiðlarnir í Fraklandi siga, at fleiri spælarar á franska landsliðnum eru ónøgdir við, at landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, hevur avsett Henry til dystin í morgin. Men tað er ikki einasti trupulleikin, tí sambært fronsku fjølmiðlinum, so finna fleiri spælarar so illa útav tí, at teir vilja ikki spæla til hvønn annan.
Søgan sigur, at fleiri leikarar vilja síggja Abou Diaby og Thierry Henry millum teir fyrstu ellivu, heldur enn Yohann Gourcuff og Sindey Govou. Teir vísa á støður í venjingardystinum herfyri, at eitt nú Nicolas Anelka ikki vil avlevera til Gourcuff.
Hóast Raymond Domenech avsannar, at tað eru trupulleikar í hópinum, so eru fleiri tekin at hóma í úttalisum hjá fronsku landsliðsleikarunum.
- Vit kunnu kanska geva venjarunum nøkur góð ráð ella hjálpa honum, men eg trúgvi ikki at hann lurtar eftir okkum, sigur Arsenal høgri bakkurin, Bacary Sagna.
- Vit mugu royna at fáa øll okkara hugskot at hanga saman og finna eina loysn, men tað er venjarin, ið avgerð alt, sigur Barcelona vinstri bakkurin, Eric Abidal.
- Tað ber ikki orduliga til at siga, at vit hava gjørt nakra framgongd í venjingardystinum. Vit hava framvegis brúk fyri at innrætta okkum, men vit hava ikki nógva tíð, sigur Alou Diarra.
Frakland spælir í morgin ímóti Uruguay. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30