Á Mentanarnáttini komandi fríggjadag hevur Sirkus fernisering av listaframsýning hjá unga, uppkomandi listamanninum Henry á Fríðriksmørk Henry málar litfagrar aquarelle málningar við sterkum boðskapum, sum hann ballar inn í ironisk, cartoonisk motiv. Søgurnar í myndunum eru ofta daprar men fortaldar í ljósum litum.
Framsýningin letur upp kl. 17.00 og heldur á í eina viku, frá 28. mai til á midnátt 4. juni.