Nú vit hava kongaliga vitjan í Føroyum, hava fleiri fólk varnast lætta lyndið hjá prinsgemalinum, og at hann hevur nógv betri hug at koma í samband við fólk og miðlar enn drotningin.
Vit vita, at danir mangan finnast at prinsgemalinum. Hann dugur ikki nóg væl danskt, hann er ov tjúkkur, drekkur ov illa, kennir ikki sítt pláss og er ofta ófantaligur í almennum høpi.
Men øll hesi lýti verða við eitt snarað á, tá prinsgemalurin kemur til Føroya. Her taka fólk kanska ikki formalia so tungt, og franska lyndið hóskar væl til avslappaðu formarnar í Føroyum.
Í øllum førum eru fleiri, sum hava havt á munni, nú kongshjúnini vitja her í landinum, at gemalurin hjá hennara hátign er ein fryntiligur og stuttligur maður, sum ikki gongur so høgt upp í formalitetirnar.
Donsku miðlafólkini, sum fylgjast við parinum, siga eisini, at tað er nógv lættari, tá prinsurin er einsamallur, og tá drotningin og hennara ráðgevar ikki eru til staðar.
Fleiri føroyingar hava upplivað spontanitetin hjá prinsgemalinum. Til dømis dámar honum væl at verða tikin til viks til ein privatan gibbenakkara, og hann finnur meiri enn so upp á at broyta skránna og finna upp á okkurt annað. Hetta upplivdu tey til dømis í Vestmanna, har hann eftir ætlan skuldi koyra við kortégu oman á kongaskipið, men heldur valdi at fara til gongu. Og á kaiini fór hann líka inn á flakavirkið at heilsa uppá.
Børn og ung fáa eitt prát og enntá eitt klemm frá prinsinum, sum ikki aftrar seg við at spæla og stuttleika sær við teimum.
Tá Silja Star fór við hjúnunum undir Vestmannabjørgini, var hennara hátign ikki at síggja, tí hon krógvaði seg alla tíðina aftan fyri trygdarfólk. Men hansara hátign hevði absolutt onki ímóti at heilsa upp á pressuna, sum lá í einum lítlum báti undir liðuni á Silju Star. Hann veitrari og smíltist og tóktist at hugna sær óført.
Eitt, sum fleiri hava upplivað er, at Henry í heilum spyr til støðuna í heimsmeistaraskapinum í fótbólti.
Og hetta hevur verið lagið alla Føroyaferðina: Prinsurin er í essinum, meðan hennara hátign er eitt sindur varnari, tó at hon eisini er blíð, tá hon skal.










