Heili 30.000 viðhaldsfólk vóru savnað saman á Nou Camp at heiðra Thierry Henry, sum í dag varð kunngjørdur sum nýggjur leikari í FC Barcelona.
Samstundis við at Henry varð kunngjørdur, varð nýggja leiktroyggjan hjá felagnum eisini víst fram.
Eins og hjá Arsenal, fer hann at leika við nummar 14 á bakinum.
29 ára gamli Thierry Henry hevur undirskrivað ein fýra ára sáttmála við FC Barcelona, sum mátti av við 177. mió. kr. fyri franska landsliðsáleyparan.