Henry havnar New York

Nú franski landsliðsspælarin, Thierry Henry, ikki hevur fingið ta bestu byrjanina í kappingarárinum fyri spanska FC Barcelona, hevur hann verið settur í samband við amerikanska felagið, New York Red Bulls. Men Henry sjálvur vil ikki kennast við nakað skifti av slíkum slagi, men vísir á, at hann er bundin til FC Barcelona fram til 2011.