So var franski álopsspælarin Thierry Henry til at kenna aftur. Leygarkvøldið spældi Barcelona ímóti Levant, og Henry nýtti dystin til at siga góðan dag við sínar nýggju sponsku fjepparar. Henry gjørdi ikki mætari enn at skora hattrick í dystinum, sum Barcelona vann 4-1. Hetta vóru fyrstu málini hjá Henry, eftir at hann í summarsteðginum skifta frá Arsenal til Barcelona at spæla.