Henry givin í New York

Fyrrverandi Arsenal hetjan, Thierry Henry hevur í dag boðað frá, at hann gevst í New York Red Bulls

Fyrrverandi Arsenal hetjan, Thierry Henry, ið seinastu árini hevur leikt í USA við New York Red Bulls, hevur í dag boðað frá, at hann hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið.

 

Tað er enn ikki greitt, hvat Thierry Henry fer at gera í framtíðini, tí hann hevur sagt, at hann fer at brúka tær komandi vikurnar til at finna útav, hvat hann skal.

 

Thierry Henry er tó høgt í metum í amerikanska felagnum, New York Red Bulls, ið takkar Henry fyri samstarvið.

 

-       Vegna New York Red Bulls vil eg takka Thierry Henry fyri góða samstarvið, og fyri tað, ið hann hevur gjørt fyri felagið, sigur Marc de Grandpre, ið er venjari hjá felagnum.

 

37 ára gamli Thierry Henry fekk av álvara sítt gjøgnumbrot í Arsenal, har hann spældi frá 1999 til 2007. Í 254 dystum fyri felagið, eydnaðist tað Thierry Henry at koma 174 ferðir á máltalvuna.