Thierry Henry hevur fleiri ferðir verið spáddur úr Arsenal, men hesum vísur venjarin í Arsenal aftur.
- Hatta er jú bara leysasøgur. Henry verður verandi í felagnum komandi kappingarár, er svarið hjá Arsene Wenger til spádómarnir.
FC Barcelona hevur verið áhugað í at keypa franska landsliðsleikaran, sum fyrr í ár kravdi av Arsenal, at teir keyptu sær styrk til komandi kappingarár. Hesum kravinum hevur felagið longu eftirlíkað, eftir at teir í gjár keyptu 22 ára gamla Lukasz Fabianski, sum er málverji á póllendska landsliðnum.