Henry Debes Joensen 70 ár

Hósdagin 6. juli fylti Henry Debes Joensen á Argjum 70 ár

Henry er ættaður úr Fámjin, sonur Henriettu Karolinu, f. Gaard, úr Fámjin, og Joen Magnus Joensen frá Gjógv.
 
Henry tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1960 og var lærari í heimbygdini, Fámjin, frá 1960 til 1965. Hesa tíðina røkti eisini dekna- og urgutænastuna í bygdini.
 
Í 1965 flutti hann til Argir at búgva, tá hann gjørdist lærari við Argja skúla. Hetta starv røkti hann til 1. august 1998. Í hesum tíðarskeiði var hann bæði fyrstilærari, varaskúlastjóri og settur skúlastjóri.
 
Henry var í mong ár organistur við gudstænastur á Landssjúkrahúsinum og við jarðarferðir í Kirkjugarðskapellinum. Síðan Kirkju- og Missiónshúsið kom á Argjum í 1974, hevur hann eisini verið deknur og urguleikari har. Hann hevur víst stórt trufesti, í øllum hann hevur fingist við. Í fjør fekk hann tjenestemedalje i sølv frá Margrethu drottning.
 
Henry er giftur Katrin, f. Johannesen, av Skála. Tey eiga tríggjar synir: Jón Magnus, Bergur og Heðin.  Abbabørnini eru 4 í tali.