Henry var ikki til reiðar at byrja inni, sigur venjarin Arsene Wenger við heimasíðuna hjá Arsenal. Henry hevur seinastu tíðina drigist við ikki færri enn tveir skaðar. Men við stórum trupulleikum ímóti PSV, varð Henry sendur á vøllin fyri at venda slagnum. Hetta gjørdist dýrt fyri Arsenal, tí sterkasta kortið hjá liðnum varð skaddur uppaftur meira. Henry fekk vøddaskaða í búkin og millum rørarnar. Hann verður tí neyvan at síggja á Arsenal liðnum komandi vikurnar. Liðið fær tó, heldur færri dystir enn ætlanin var restina av kappingarárinum. Tí sum flestum kunnugt, sluppu finalistarnir frá í fjør ikki víðari í Champions League.










