Henrik vil hava betri telesamband

Henrik Old vil hava at vita frá Bjarna Djurholm, nær útjaðarin fær somu kor innan telesamskifti, sum miðstaðarøkið

 

Nær kunnu vit vænta, at allir landsins borgarar fáa teletænastu á sama høga stigi, sum felagarnir í miðøkinum?

Soleiðis ljóðar skrivligi fyrispurningurin frá Henriki Old úr Javnaðarflokkinum til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Henrik Old á, at heilar bygdir, sum til dømis Dalur, enn ikki hava fastnetsambandið í lagi, men mugu í felag klára seg við eina telefonlinju. Heldur ikki ber til hjá fólki í Dali at fáa samband yvir GSM netið.

Henrik Old vísir eisini á, at internetsambandið er vánaligt í stórum parti av landinum, og at GSM-tænastan ikki er nøktandi í økjunum uttan fyri miðøkið.

? Tað kann ikki vera rætt, at fólk í til dømis Sandoynni og Suðuroynni skulu koyra langa leið fyri at fáa samband við umheimin, sigur Henrik Old.