Henrik Weihe Joensen verður nýggjur kommunustjóri í Tvøroyar kommunu. Býráðið samtykti á fundi fyrr í dag at seta hann í eitt farloyvisstarv fram til 1. august 2017. Jónleyg J. Bech, verandi kommunustjóri, fer í farloyvi og tí søkti kommunan eftir nýggjum kommunustjóra í eitt tíðaravmarkað starv í eitt ár. Átta umsóknir komu til starvið.
Henrik Weihe Joensen er 47 ár, giftur og eigur 3 børn. Hann er útbúgving løgfrøðingur og hevur eisini ein MA í almennari leiðslu. Henrik Weihe Joensen hevur viðkomandi leiðsluroyndir frá Tilbúgvingarstovni Føroya og MRCC/Tórshavn Radio, umframt at hann hevur starvast eitt tíðarskeið hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Hann hevur seinastu tíðina starvast sum sjálvstøðugur ráðgevi innan trygd, verju, tilbúgving og løgfrøði. Henrik Weihe Joensen byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. august.










