Henrik vann á Toda

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen, sum nú stendur á odda fyri Lyngby, vann tryggan sigur í veningardysti móti Toda Jónsson og FC Amager mikukvøldið

Úrslitið gjørdist heili 4-1. - Vit kunnu býta dystin í tveir bólkar. Vit byrja ótrúliga væl og leggja okkum á odda. Men eitt mistak hevur við sær, at teir javna aftur. Vit spæla væl eftir steðgin, og skjóta eisini trý mál, sigur Henrik Larsen við heimasíðuna hjá Lyngby. Tað eydnaðist hvørki Christian Lamhauge Holst ella Tem Hansen at koma á máltalvuna. Málið hjá FC Amager stóð Anders Jochumsen fyri.