Henrik prinsur fyllir 75 ár í dag. Føðingardagshaldið byrjaði í gjárkvøldið við stórari konsert í Keypmannahavn, har verk hjá prinsinum vóru á skránni Í dag eru 75 ár, síðani Henrik prinsur varð borin í heim, og føðingardagurin verður hildin við ymsum tiltøkum allan dagin.
Hátíðarhaldið byrjaði annars í gjárkvøldið við stórum tiltaki í konserthøllini hjá danska kringvarpinum, har bæði yrkingar og tónlistarverk hjá prinsinum vóru á skránni.
Henrik prinsur var franskur greivi, áðrenn hann giftist Margretu krúnprinsessu í 1967. Hann hevur egnan víngarð í Fraklandi og hevur harumframt stóran áhuga fyri skaldskapi og afrikanskari list.