Henrik Petersen vann Haldor Holm billardkappingina

Billard: Aftur í ár gjørdist vinnarin av Haldor Holm Cup, Henrik Petersen. Nr. 2 gjørdist Sonhard Johannesen og nr. 3 Jan Müller

Billardárið í Føroyum byrjar við Haldor Holm Cup, sum er ein staklingakapping millum átta av landsins bestu spælarum. Kappingin varð hildin í Klaksvíkar Klubba farna vikuskiftið, og aftur hesaferð gjørdist vinnarin Henrik Petersen, sum eisini er verandi Føroyameistari. Nr. 2 gjørdist Sonhard Johannesen og nr. 3 Jan Müller.

8 spælarar vóru við í innleiðandi umfarinum. Spælt varð í tveimum bólkum og komu fýra mans víðari til finaluumfarið. Umframt umrøddu spælarar var eisini Niclas Heri Jákupsson millum hesar fýra finalistarnar. Men hann rakk tá avtornaði bert til eitt 4. pláss.

Úrslitið frá innleiðandi umfarinum gjørdist hetta: Í bólki 1 gjørdist Henrik Petersen nr. 1 við 1472 eygum (25 í meðal), og nr. 2 gjørdist Sonhard Johannesen við 1424 eygum (24 í meðal). Í bólki 2. gjørdist Jan Müller nr. 1 við 1544 eygum (26 í meðal) og nr. 2 gjørdist Niclas Heri Jákupsson við 1412 eygum (24 í meðal).

Úrslitið eftir finaluumfarið varð hetta: Nr. 1 Henrik Petersen 1694 eygu (28 í meðal), nr. 2 Sonhard Johannesen 1578 eygu (26 í meðal) nr. 3 Jan Müller 1202 eygu (20 í meðal) og nr. 4 Niclas Heri Jákupsson 1136 eygu (20 í meðal.

Hinir fýra spælararnir í innleiðandi umfarinum vóru Gullok Svalbard, Kristian Sune Høgnesen, Johannes Skaarup og Sofus Baldvinson.

Hetta er 11. árið at spælt verður um Haldor Holm Cup. Henrik Petersen hevur vunnið seks ferðir, Jan Müller tvær ferðir og Eirikur Nielsen eina ferð.

Tað var Billardsamband Føroya, sum lat steyp til hesa kappingina. Endamálið við kappingini var at heiðra leiklutin hjá Haldor Holm, sála í føroyskum billardspæli.


Føroya Bjór

Tað er aftur Føroya Bjór, sum er høvuðssponsor fyri eini billardkapping. Tað hevur fyritøkan verið nærum øll árini kappast hevur verið um Haldor Holm steypið. Eisini í øðrum billardkappingum er Føroya Bjór sponsor