Henrik Old heldur, at løgtingsfólk fáa ov lítla hjálp frá landsstýrinum, fyri at verja grindadrápið.
Longu áðrenn Løgtingið fór í summarfrí, bað hann løgmann útvega tingfólki tilfar, tey kundu nýta at svara brøvum og øðrum áheitanum, tey fáa, frá mótmælisfólki.
Henrik Old sigur, at tingfólk fáa rættiliga nógvar viðmerkingar frá útlendingum um grindadráp, serliga umvegis teldupost, men hann harmast um, at landsstýrið ikki hevur veitt tingfóki okkurt skriv ella líknandi, at svara aftur við.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Henrik Old, løgtingslim.
Les eisini Saknar hjálp frá landsstýrinum um grind.