Henrik Old vil hava menn at vakna

Í framtíðini verða tað bara 2-3 stór flakavirki eftir í Føroyum.

Tað er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sannførdur um.

Henrik Old, tingmaður, ávarar ímóti, at við tí politikki, sum nú verður førdur, verður fiskivinnan við beráddum huga miðsavnað á heilt fáum hondum.

- Vælsignaðir menn: Vaknið áðrenn ov seint er og vit standa í eini støðu, at tað eru tvær fyritøkur, sum hava fingið einkarrætt til alla fiskivinnu í Føroyum, ljóðar staðiliga áheitanin frá Hendrikki Old.

Hann leggur afturat, at politiskt er als ongin ivi um, at endamálið er, at í framtíðini skal øll fiskivinnan miðsavnast í landnyrðings-Føroyum.

Hann sigur, at tað verður ein vanlukka, tí hesar báðar fyritøkurnar fara at beina fyri uppboðssøluna og sostatt verða øll tey smærri virkini, sum í roynd og veru halda avreiðingarprísinum upp, eisini køvd.

Støðan er longu nú tann, at tey smáu fiskini fáa ongan fisk. Tað er besta fiskitíð, men tey fáa ongan fisk, tí tey stóru virkini leggjast á alt tilfeingið.

Hendrik Old ivast ikki í, at avleiðingin verður, at avreiðingarprísurin fer at verða trýstur í botn og sostatt eisini manningarhýrurnar.

Hann sigur, at vit eru longu í teirri støðu, at tað eru tveir reiðarar, sum eiga meiri enn helvtina av okkara fiskiflotanum.

Tí hevur Hendrik Old spurt Løgmann um hansara áskoðan á hesi viðurskifti.

Løgmaður ivast ikki í, at rákið er tann vegin, at framyvir verða tað bara tvey, trý stór flakavirki í landinum, men harumframt væntar hann, at tað verða fleiri smá virki við ymsum serframleiðslum.

Løgmaður leggur kortini afturat, at í heyst ætlar samgongan at taka allar hesar spurningar til nágreiniliga viðgerð.