Løgtingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum vil hava løgmann at greiða frá, hvussu nógvir aðalstjórar, deildarstjórar v. m. ráðgevarar, fulltrúar og onnur starvsfólk eru sett í landsumsitingini frá 1. august 1996 og fram til dagin í dag.
Eisini vil hann hava løgmann at greiða frá, hvussu nógv tænastumannastørv eru løgd niður, og hvussu nógv størv eru umskipað í omanfyri nevnda tíðarskeiði í landsumsitingini.
Henrik Old sigur, at 1. august í 1996 varð nýggjur løgmansstjóri settur, og er ein av høvuðsuppgávum stjórans at seta bygnaðaruppskotið hjá Finn Norman Christensen í verk.
? Síðani hava vit dagliga í fjølmiðlunum sæð og hoyrt um starvssetanir innan umsitingina og um uppsagnir v. m. av fólkum, sum ikki rúm er fyri í hesum nýggja bygnað.
? Eg vil við hesum spurningi fegin fáa greiði á talinum á nýggju størvunum og á teimum, sum eru niðurløgd ella umskipað, sigur Henrik Old.