Tað er ikki rætt, at ALS, sum er ein arbeiðsloysisgrunnur, nú er farin at skipa fyri skeiðum fyri arbeiðsgevarar. Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.
Og tað sigur hann, nú Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, vildi hava at vita frá honum, hvussu leingi hann ætlar at standa modell til, at ALS fer í kapping við privatu vinnuna um at skipa fyri skeiði fyri fólki, sum ikki eru arbeiðsleys.
Hon heldur, at ístaðin skuldi gjaldið til ALS verðið lækkað. ALS er nevniliga farið undir at skipa fyri skeiðum fyri arbeiðsgevarum og Henrik Old heldur ikki, at hetta er ein uppgáva hjá ALS.
ALS skal ikki kappast við privatu vinnuna, sigur Henrik Old. Men hann ásannar kortini, at tað er avmarkað, hvat hann kann gera, tí ALS er púra óheft av politisku skipanini.
Hann vísir á, at fyrrverandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, Johan Dahl, legði uppskot fyri Løgtingið á sinni um at landsstýrismaðurin á økinum skuldi góðkenna ymsar avgerðir hjá ALS, men Løgtingið vísti tí frá sær. Løgtingið helt nevniliga, at politiski myndugleikin skuldi halda fingrarnar burtur frá ALS.
Henrik Old var ikki einsamallur um at finnast at ALS, tí eisini Jákup Mikkelsen løgtingsmaður, helt, at hugflogið hjá ALS er kanska vorðið nakað gott, nú tey mestsum eru farin at skapa arbeiði til sín sjálvs.
Løgtingslimir fyri Javnaðarflokkin og Framsókn taka eisini undir við, at skipanin við ALS verður endurskoðað, og eitt nú spurdi Hilbert Elisson, hví tað var neyðugt at hjá ALS at hava næstan 40 fólk í arbeiði, nú arbeiðsloysið er so lágt.
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, heldur ikki at tað sømir seg hjá løgtingsfólki at finnast at starvsfólkunum hjá ALS og teimum avgerðum, tey taka. Hon vísir á, at ALS hevur eitt stýrið, sum umboðar bæði arbeiðsgevarar og fakfeløg.