Tað er nú greitt, at Henrik Old stillar upp aftur til løgtingsvalið 8. desembur. Hann er royndasti politikarin á tingi og hann hevur sitið á tingi í meiri enn ein mansaldur. Og hóast hann hevur fylt 75, og hevur sitið á tingi, og í landsstýri, í meiri enn ein mansaldur, er hugurin til at gera mun, ikki viknaður, sigur hann.
Annars hevur hann róð framundir at hann skuldi gevast í politikki nú. Men hann heldur, at nú Føroyar eru eitt valdømi, hevur tað fingið ung og nýggj valevni at aftra seg við at stilla upp.
Tey vita, at fyri tað fyrsta skulu tey hava nógvar atkvøður í økinum, haðani tey eru frá, men harafturat skulu tey eisini hava nógvar atkvøður kring landið. Tí eru tað nógv, sum ikki hætta sær undir at stilla upp, heldur Henrik Old.
Hann sigur, at fyri Suðuroynna verður samferðslan eitt høvuðsmál og tí má arbeiðið at gera undirsjóvartunnilin, halda fram. Men vit skulu heldur ikki gloyma, at samferðslan skal eisini vera góð til tunnilin kemur og tí má ein onnur loysn finnast. Loysnin við Herjólfi er ikki ein gongd leið, so vit mugu útvega eitt annað skip, heldur hann.
Hann sigur, at eitt, hann eisini fer at leggja dent á, er at gera tað lættari hjá ungum fólki at verða verandi í Føroyum. Tað skal eisini verða lættari hjá eldri fólki at efturútbúgva, ella endurútbúgva seg, og at taka skeið, eitt nú í sambandi við at skifta starv.
Tískil heldur hann, at tað er sjálvsagt, at eitt nú, skúladepilin í Suðuroy, fær umstøður at skipa fyri fleiri útbúgvingum og eftirútbúgvingum fyri vaksin. Hann sigur, at korona hevur lært okkum, at tað ber væl til at brúka internetið til at samskifta ímillum fólk.
Og samstundis ger hann eisini greitt, at hetta verður seinastu ferð, hann stillar upp.