Tað tók mær ikki meiri enn einar 10 minuttir at taka avgerðina um at sleppa ætlanini um at byggja nýggju ferjuna til nólsoyarsiglingina.
Tað segði Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum.
Samgongan sum sat frá 2011 til 2015, arbeiddi við at byggja nýggja ferju til siglingina upp á Nólsoynna og tað varð eisini einmælt samtykt í Løgtinginum.
Men so kom nýggj samgonga til í 2015, og tá varð Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum, og eitt tað fyrsta hann gjørdi, var at sleppa ætlanin um at byggja ta ávísu ferjuna, sum lá í kortunum.
Tað hevur hann mangan fingið skotið í skógvarnar, tí tað er ofta ført fram, at varð ætlanin sett í verk, høvdu nólsoyingar nú havt eitt nýmótans ferjusamband.
Men nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, staðfesti Henrik Old, at hann hevur framvegis góða samvitsku av, at hann slepti ætlanini, sum fyrilá.
Hann heldur nevniliga, at varð tann ferjan bygd, hevði tað verið eitt afturstig fyri nólsoyingar, so avgerðina um at sleppa ætlanini, stendur hann við.
Hann sigur, at nýggja ferjan var minni enn Ternan og hon bæði tók færri ferðafólk, og færri bilar, enn Ternan.
Hann leggur afturat, at ferjan varð mett at kosta 50 milliónir, men tá ið avtornaði vísti hon seg at kosta 80 milliónir, og hann sá fyri sær ein politiskan bardaga av teimum stóru, hevði hann biðið um eina so stóra eykajáttan til ferjuna.
Hann sigur, at tískil var tað ein løtt avgerð at taka at sleppa ætlanina um at byggja ta ferjuna.
– Eg kravdi bara at hyggja at tekningunum í einar 10 minuttir, so varð er komin til ta niðurstøðu, at hasa ferjuna vildi eg ikki leggja navn til, fortaldi hann fyri Løgtinginum.
Og hann heldur, at nólsoyingar høvdu verið illa farnir við hasi ferjuni, tí talið á ferðafólkum er eksploderað er hesi seinastu árini.
– At byggja eitt skip, sum bæði tekur færri bilar og færri fólk, og sum harafturat eisini siglur seinni, enn núverandi ferja, er ikki serliga framskygd, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Í Løgtinginum helt Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, at tað var ein røtt avgerð av Henriki Old at sleppa ætlanini at byggja ta nólsoyarferjuna, sum tá lá í kortunum.