– Skal hetta setast í verk, má Henrik Old finna fíggingina á sínum egna málsøki. Tað staðfestur Poul Micelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, og formaður í Framsókn.
Nú løgmaður helt ólavsøkurøðina fyri Løgtinginum og Føroya fólki, varð uppslýst, at landsstýrið arbeiðir við at javntseta tey, sum ferðast við Strandferðsluni við tey, sum koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, og at tað skal vera ein skipan, sum kemur í gildi á nýggjárinum.
Les eisini: Ferðafólk til gongu skulu ferðast ókeypis við Strandferðsluni
Poul Michelsen sigur, at ein slík skipan er treytað av, at fígging verður til tað. Og hann staðfestur samstundis, at peningur er ikki til tað á fíggjarlógini. So skal ein slík skipan setast í verk, má Henrik Old finna fíggingina inni á sínum egna málsøki, leggur hann afturat.
Hann sigur, at upprunaliga skilti hann tað soleiðis, var hetta ein skipan sum skuldi fíggja seg sjálv onkusvegna. Men Poul Michelsen heldur ikki at hetta hevur verið so týðiligt í seinastuni, eftir tí, hann hevur hoyrt. Í hesum sambandi hevur verið tosað um, at útlendsk ferðafólk skulu rinda meir.