Henrik Old gevur Als boð um at halda uppat

Als skal ikki skipa fyri skeiðum í heilsurøkt uttan at tað er í samstarvi við Heilsuskúla Føroya, sigur Landsstýrismaðurin

Arbeiðsloysisskipanin skal ikki skipa fyri skeiðum í grundleggjandi heilsurøkt, uttan um Heilsuskúla Føroya.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.

 

Í eina tíð hevur verið ført fram, at tað er stórur tørvur á heilsuhjálparum og heilsurøktarum í Havnini og tí verður róð framundir at skipa eina heilsuútbúgving í Havn

Samstundis frættist, at Arbeiðsloysiskipanin var í ferð við at skipa fyri skeiðum upp á eina viku í grundleggjandi heilsurøkt fyri at tey síðani royna seg sum starvsfólk í heilsurøktini

 

Men nú hevur Henrik Old gjørt Arbeiðsloysiskipanina vart við, at hann heldur at hetta er skeivt.

 

Hann vísir á, at tað stendur beinleiðis í lógini, at útbúgving til heilsuhjálpara og heilsurøktara skal fara fram á Heilsuskúla Føroya.

 

Tí heldur hann, at tað er heilt merkisvert, at Als nú skipar skeiðum í heilsurøkt av sínum eintingum, uttan um heilsuskúlan, bara tí onkur hissini hevur ynski um tað.

 

Tí hevur hann nú sent Als eini boð, har hann gevur teimum boð um at gevast við hesum sjálvbodna virkseminum uttan um Heilsuskúlan.  Samstundis vísir hann teimum á, at skal skipast fyri skeiði í Heilsurøkt, skal tað vera í samstarvi við Heilsuskúlan.