Henrik Old fekk sjáldsama føðingardagsgávu

Blomstur er ikki nakað fyri hann, so hann fekk nakað heilt annað

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, vinstrumegin, við einum sekki av kraftfóðuri til Henrik Old

Henrik Old, aldursforsetin í Løgtinginum, fyllir 75 í dag. Og eyðvitað hevur Javnaðarflokkurin, sum hann umboðar á Løgtingið, eisini heiðrað hann. Men tað var við eini heldur óvanligari gávu.

 

Javnaðarflokkurin skrivar á Facebook, at einaferð, Henrik Old fylti, fekk hann eitt blómutyssi. Tá ið bilførarin kom við blómunum, bað Henrik hann heldur fara til seyðin við blómutyssinum. Sjálvur fekk hann ikki brúkt blomstur til nakað sum helst, men kanska seyðurin fekk gleði av teimum. Hann helt fyri, at tað hevði verið betri við einum sekki av kraftfóðri.

 

So nú Henrik Old fyllir 75 í dag, hátíðarhelt flokkurin dagin við kaku, sjokulátu - og einum sekki av kraftfóðri.

 

Tey halda, at aldur hvørki sæst ella merkist á manninum, sum júst er komin aftur úr Grønlandi, har hann hevur verið á fundi við Útnorðurráðnum. Orkan er sum á einum unglingi og hann arbeiðir, passar abbabørn og seyð og gongur høgt uppí at vitja og minnast tey rundan um seg. Spurningurin er, hvat slag av kraftfóðri hann sjálvur fær, spyrja tey í Javnaðarflokkinum.

 

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, vinstrumegin, við einum sekki av kraftfóðuri til Henrik Old