Henrik misti sigurin

Køge, har Henrik Larsen er venjari, misti í gjár sigurin í evstu løtu, tá ið liðið spældi ímóti Herfølge á heimavølli. Søren Nielsen legði Køge á odda 1-0, og líkt var til, at hetta skuldi gerast einasta málið í dystinum, har Køge hevði leikliga yvirvág allatíðina. Men í yvirtíðini eydnaðist tað Herfølge at skora, so at dysturin endaði við javnleiki 1-1. Køge liggur fram við eftir einum uppflytingarplássi í 1. deild, men javnleikurin í gjár kann gerast ein avgerandi forðing fyri uppflyting.