Henrik leitar eftir stigum

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Henrik Larsen, hevur tað trupult í venjarastarvinum í Køge. Liðið hevur spælt tríggjar dystir í donsku 1. deild og hevur tapt allar.
- Í dystinum seinasta vikuskiftið høvdu vit nógvar stórar kjansir í fyrra hálvleiki, men vit megnaðu ikki at skora, og so taptu vit í seinna hálvleiki. Leikliga gongur tað framá hjá liðnum, og eg ivisti ikki í, at vit nú eisini fara at fáa stig, sigur Henrik Larsen.
Um vikuskiftið skal Køge spæla á heimavølli ímóti Ølstykke