Sunnudagin spældi Holbæk í donsku 2. deild, og tað eydnaðist liðnum hjá Henrik Larsen at vinna hesaferð. Liðið hevur havt trupulleikar seinastu umførini, og tað, sum líktist eini tryggari uppflyting til 1. deild, var blivið meira ivasamt. Holbæk spældi á útivølli ímóti Hvidovre, sum liggur næstfremst, og tí kom tað væl við, at Holbæk vann 1-0. Málið kom í yvirtíðini, men tað hevði við sær, at Holbæk nú aftur er fýra stig frammanfyri næstu liðini í deildini.