Henrik Larsen í trupulleikum

Fótbóltsfelagið Køge, har Henrik Larsen er venjari, er farið í gjaldssteðg.

Spælararnir høvdu fríggjadagin fund um fíggjarligu støðuna, og teirra støða tykist púrasta greið. Hópurin fer nevnliga at seta felagnum lønarkrav, og eftir hetta skal felagið - sambært DBU-reglunum - rinda lønina innan tríggjar dagar. Verður hetta ikki gjørt, hava spælararnir frítt at fara. Felagið sjálvt sendi annars fríggjadagin áheitan um at fara í gjaldssteðg.
Ítróttarliga hevur annars gingið væl hjá Køge, og eru Henrik Larsen og hansara menn við í stríðnum um at vinna sess í superliguni.