Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Henrik Larsen, verður ikki verðandi venjari hjá danska 2. deildarliðnum Holbæk. Stóri tók fyrr í ár við starvinum í felagnum, sum manglaði venjara, og ætlanin var ongantíð, at hann skuldi halda fram í eitt longri tíðarskeið. Henrik Larsen heldur fram til endan av hesum kappingarárinum, tá ið Jesper Pedersen tekur við í sessinum. Tað hevur misjavnt hjá Holbæk, síðani Henrik Larsen tók við, men felagið liggur framvegis fremst í donsku 2. deild eystur.