Mikukvøldið spæla Føroyar sín fyrsta undankappingardyst, eftir at Henrik Larsen gavst í starvinum sum landsliðsvenjari. Nú er tað hjálparvenjarin hjá honum, Jógvan Martin Olsen, sum hevur ábyrgdina av føroyska liðnum.
- Eg fylgi framvegis væl við føroyska landsliðnum. Í morgun havi eg verið inni á heimasíðuni hjá Sosialinum og lisið eitt sindur um dystin, og annars havi eg eisini onkuntíð samband við Jógvan Martin og aðrir kring landsliðið, sigur Henrik Larsen, sum nú er venjari hjá danska felagnum Køge.
Hann hevur fylgt við úttøkunum, sum nýggi landsliðsvenjarin hevur gjørt, og hann er hvørki ovfarin ella bilsin av, hvussu landsliðið nú verður mannað.
- Flestu av spælarunum, sum nú er komnir á landsliðið, hava verið inni í myndini áður, og har eru nógvir góðir og spennandi spælarar á veg, heldur hann.
Skaðar kunnu skaða
Henrik Larsen heldur, at føroyska landsliðið er væl mannað til dystin ímóti Georgia mikukvøldið, men hann heldur eisini, at saknur verður í spælarum, sum áður hava havt nógv at siga fyri liðið.
- Tað er tungt fyri føroyska landsliðið, tá spælarar sum Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum og eisini Ingi Højsted ikki kunnu verða við. Teir hava nógvar royndir og hava verið profilar í føroyskum fótbólti seinnu árini, so tað verður saknur í teimum.
- Hinvegin hevur tað ferð eftir ferð víst seg, at tá nýggir spælarar fáa kjansin, ja, so taka teir av, og tað kunnu vit bara vóna hendir hesaferð eisini. Men tað er hart at mangla nakrar av teimum allarbestu, sigur Henrik Larsen.
Menningin er frammi á vøllinum
Føroyar spæla oftast ímóti landsliðum, sum eru sterkari enn tað føroyska, men tað hevur ikki forðað føroyska liðnum í at leypa á og spæla frameftir eisini.
- Tú fært einki burturúr bara at standa á egnari hálvu og verja allatíðina. Jógvan Martin hevur sett sær fyri, at føroyska landsliðið eisini skal spæla frameftir, og tað er púra rætt. Í mínari tíð sum landsliðsvenjari royndu vit eisini altíð at koma fram á vøllin, og hetta skal føroyska landsliðið halda fram við, sigur Henrik Larsen
- Við hvørt verður føroyska landsliðið útspælt av teimum stóru, men føroyingar skulu hóast tað tora at spæla frameftir vøllinum. Tað er avgerandi fyri menningina av føroyskum fótbólti, sigur hann.
- Vit hava eisini sæð í Europa Cup dystunum hjá føroysku feløgunum, at tað er ein framgongd, og tí sær framtíðin hjá føroyskum fótbólti spennandi út.
Stigini manglaðu
Tað er nú gingið tað mesta av einum ári, síðani Henrik Larsen gavst sum landsliðsvenjari í Føroyum, og hann hevur havt tíð at hugsa eitt sindur um árini sum føroyskur landsliðsvenjari.
Hvat heldur tú gekk væl hjá tær sum landsliðsvenjari?
- Leikliga gekk tað væl. Spælararnir vóru sera nærlagdir og ídnir, og teir góvu seg altíð fult út. Føroyskir spælarar geva ongantíð upp, teir venja altíð sera væl, og hóast teir hava tapt ein dyst, so eru teir púra klárir til næstu uppgávuna. Hetta sakni eg eitt sindur hjá donskum spælarum, so á onkrum økjum eru føroyingar eitt stig frammanfyri danir.
Hvat heldur tú gekk minni væl hjá tær í Føroyum?
- Hóast vit spældu væl í nógvum dystum, so fingu vit ov fá stig. Eg haldi, at vit høvdu uppiborið fleiri stig, enn vit fingu, og skal eg nevna okkurt, sum hevði viljað var betur, so var tað, at vit fingu fleiri stig.
Nú er nýggj leiðsla á føroyska landsliðnum, sum í annaðkvøld spælir dyst ímóti Georgia, men fyrrverandi venjarin fylgir væl við gongdini.
- Tað verður ein trupul uppgáva ímóti Georgia. Fleiri týðandi spælarar mangla, men tað verður spennandi at síggja, hvussu teir nýggju fara at roynast. Eg ynski í øllum førum føroyska landsliðnum góða eydnu í dystinum, og eg vóni inniliga, at teir fáa eitt gott úrslit, sigur Henrik Larsen.