Høvuðsvenjari í Randers er John Faxe Jensen, og hann hevur nú skift hjálparvenjara. Faxe var ikki hugaður at halda fram við Stig Tøfting sum hjálparvenjara, og ístaðin hevur Faxe sent boð eftir Henrik Larsen.
Harafturat skal Flemming Povlsen eisini verða ein hjálparvenjari, og hann skal serliga brúka orkuna til álopsspælið hjá liðnum.
John Faxe Jensen, Henrik Larsen og Flemming Povlsen vunnu allir EM í fótbólti í 1992.










