Fríggjadagin spældu veteranarnir hjá Lyngby finaluni í landskappingini á Sælandi, og tað eydnaðist Lyngby at vinna finaluna ímóti Næstved 4-1. Millum spælararnar á liðnum hjá Lyngby var fyrrverandi føroyski landsliðsspæarin í fótbólti Henrik Store Larsen. Aðrir spælarar á liðnum vóru Klaus Berggreen, Torben Piechnik, Bent Christensen og Peter Packness.