FØROYAR?SKOTLAND
Hann smíltist um alt fimm oyrað, tá hann kom á tíðindafundin, og hann duldi ikki, at hann var fegin, men kortini segði hann seg kenna tað sum um hansara spælarar høvdu tapt.
Henrik Larsen, landsliðsvenjari:
? Eg kann ikki rósa spælarunum nóg mikið fyri avrikið, sum teir hava víst. Men kortini kenni tað soleiðis ? og tað gera spælararnir eisini ? sum at vit hava tapt tvey stig og ikki vunnið eitt stig. Tað sigur seg sjálvt, tá dysturin lagaði seg soleiðis, sum hann gjørdi. Vit vóru á odda 2?0, og vit harmast allir um, at tað ikki eydnaðist John Petersen tíðliga í 2. hálvleiki at økja til 3?0. Um tað hevði eydnast honum at gjørt tað, so ivist eg onga løtu í, at vit høvdu havt vunnið dystin.
Var tað orsøkin til, at John varð tikin av vøllinum?
? So avgjørt ikki. John var sera vandamikil, og eg hevði ikki funnið uppá at tikið hann út, um hann ikki sjálvur bað um tað. John fekk ein snudd í fótin, og tí varð hann tikin av vøllinum eftir eitt stórt avrik.
Tú hevur alla tíðina, síðani tú gjørdist venjari, sagt, at Føroyar fóru at fáa seks stig í hesi undankappingini?
? Ja, og vit eru væl á veg. Vit kundu havt fingið eina uppaftur betri byrjan. Tað var spell, at vit ikki fingu hana. Men vit hava góðar møguleikar at vinna fleiri dystir. Vit spæla hvørja ferð fyri at fáa øll stigini. Tað fara vit eisini at gera á útivølli í komandi dystunum.
Hvat heldur tú um spælið hjá Skotlandi?
? Tað er ikki mín uppgáva at siga so nógv um teirra avrik. Men teir spældu ikki væl. Eg dugi ikki at siga tykkum hví. Tað kunnu tíðindamenninir og skotarnir sjálvir gera. Men eg eri sera fegin um okkara avrik.
Tú segði teg hava hugt at dystinum millum Skotland og Danmark. Fekst tú nógv burturúr tí?
? Avgjørt. Skotska liðið spældi betri í dag, enn tað gjørdi ímóti Danmark. Men vit fingu avgjørt gagn burturúr tí dystinum. Tá legði eg til merkis, at teir høvdu stórar trupulleikar í økinum millum miðjuna og verjuna. Vit spældu uppá at fáa bóltarnar út í hesi økini, og tað eydnaðist fleiri ferðir sera væl.
Føroyska liðið var undir stórum trýsti fyrra partin av 2. hálvleiki. Hugsaði tú ikki um at styrkja um miðverjuna, eitt nú við at seta Hans Fróða Hansen inn í miðverjuna?
? Nei, tað gjørdi eg ongantíð. Tað var hugaligt at staðfesta, at miðverjan og liðið alt kom undan trýstinum, og at tað í síðsta enda vóru okkara menn, sum høvdu nógv teir størstu møguleikarnar at fáa sigursmálið.
Hvussu metir tú avrikið hesa ferð, tá tað verður sammett við tað ímóti Liktinstein?
? Hetta var nógv betur. Serliga í 1. hálvleiki ímóti Liktinstein, vóru spælararnir eitt sindur ótryggir. Tað vóru teir avgjørt ikki hesa ferð. Vit høvdu fleiri eitt hundrað prosent møguleikar, men tíverri megnaðu vit ikki at fáa størri úrtøku enn skotarnir fingu. Tað haldi eg, at vit høvdu havt uppiborið. Segði Henrik Larsen.