Venjarin
- Sådan er det jo bare med fodbold.
Vónbrotið lýsti úr føroyska venjaranum, tá hann eftir dystin kom skundani inn á tíðindafundin. Sum vera man, so fekk hann tó ikki fult og heilt givið hetta til kennar til tíðindafólkini, men royndi heldur at vísa á, at hann fyri tað mesta var nøgdur við sínar leikarar.
- Eg kann ikki siga annað enn, at eg eri nøgdur. Kanska hekk spælið hjá okkum ikki nóg væl saman í fyrra hálvleiki, men allir sum ein arbeiddu leikararnir sera hart í dystinum, og eg haldi tað vera stórt spell, at vit ikki fingu løn fyri hetta. Ikk minst tí vit faktist halda mótstøðuni frá at fáa alt ov nógvar møguleikar. Eg skal ikki siga, at tað ikki var uppiborið, men tað er ótrúliga keðligt, at vit soleiðis fingu eitt mál ímóti okkum í evstu løt,u helt venjarin, sum annars eisini hevði onkrar rósur at bera íslendska liðnum. Ikki minst, tá hann varð spurdur um, hví føroyska spælið ikki hekk nóg væl saman.
- Tað mugu vit so partvíst rósa mótstøðuni fyri. Sjálvur havi eg sæð onkrar dystir hjá teimum á sjónbandi, og har vístu teir langt ífrá sama nærlagni í spælinum, sum teir gjørdu í dag. Ein partur av fótbólti er jú eisini mótstøðuliðið, og tíverri kanst tú ikki velja, hvussu hesir skulu spæla, men sjálvandi vónar tú altíð, at teir hava ein ringan dag.
Meira bóltspæl
Eitt, sum føroyska forvitnið eftir dystin snúði seg um, mundi ivaleyst vera, hví Henrik Larsen hevði valt at byrja við Jann Inga Petersen inni. Ella rættai, hví Julian Johnsson eftir 49 dystir sum fastur maður, brádliga var at síggja á beinkinum.
- Tað kom fyrst og fremst av mótstøðuni. Sjálvandi tosaðu vit nógv um hetta undan dystinum, og vit komu til ta niðurstøðu, at skuldu vit gera nakað við Ísland, so var tað fyrst og fremst í spælinum við bóltinum og ikki á kropsliga økinum. Tí tóku vit Jann Inga framum. So kanst tú altíð diskutera, um tað var tað rætta, nú spælið hjá okkum ikki hekk so væl saman, men tað er so í øllum førum ikki nakað, sum Jann Ingi skal hava skuldina fyri, helt Henrik eftir dystin.