Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, veit nú, hvat hann skal takast við næsta árið. Henrik hevur verið venjari hjá Køge í næstbestu deildini seinasta árið, og nú er sáttmáli skrivaður um samstarv í eitt ár afturat. Á vøllinum gekk tað ógvuliga væl undan vetrarsteðginum. Tá var Køge millum feløgini, sum kappaðust um uppflytingarplássini. Í vetur var stórur fíggjarligur turbolensur í og kring felagið, sum var um reppið at fara á heysin. Ein loysn varð funnin á trupulleikunum, so felagið slapp undan húsaganginum. Eitt tíðarskeið sást fíggjarliga órógvið aftur á vøllinum. Men nú hevur aftur gingið væl í eina tíð. Í dag vann Køge 2-0 á heimavølli ímóti HIK, sum er aftast við 23 stigum – eitt stig aftanfyri Fremasd Amager. Hóast turbolensin í vetur og í vár er Køge nummar seks við 44 stigum.