Henrik Gerster: Smálutir vóru avgerandi

Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, var misjavnt nøgdur við at fáa silvurið tá ið saman um kom.

- Eg eri nøgdur við at koma í finaluna, men eg haldi ikki at nakar, ið tapir eina finalu, er nøgdur. Vit eru vónbrotnir, men alt kappingarárið havt í huga, so meti eg tað vera flott, at vit komu í finaluna, sigur Henrik, sum undan finaluna segði við Sosialin, at teir í VÍF arbeiddu upp á at vera skarpir í báðum finalunum. Vit spurdu, um hann metti teir vóru nóg skarpir.
- Ja. Eg haldi vit vóru har, sum vit skuldu vera. Tað vóru smálutir, sum avgjørdu finaluna. Vit spældu fýra ferðir 30 minuttir og tað var eitt mál í evstu løtu, sum avgjørdi alt. Hetta vóru tveir góðir dystir, sum settu føroyskan hondbólt fram í ljósið, sigur Henrik.
Vit spurdu Henrik, um hann nú – nakrar dagar eftir finaluna – er komin at hugsa um nakað, sum hann kundi gjørt øðrvísi taktiskt.
- Nei, tað haldi eg ikki. Vit kundu ikki gjørt tað øðrvísi, men vit kundu gjørt tað betri, og soleiðis er tað altíð. Tað, sum vit avtalaðu, helt, men tað vóru nakrar persónligar villur, sum avgera. Vit vísa tó góðan stríðsanda og koma aftur eftir at hava verið aftanfyri við fimm málum. Hetta var ein ógvuliga taktiskur dystur, har liðini skiftu uppstilling fleiri ferðir fyri at stressa mótstøðuliðið, metir Henrik Gerster, sum ikki hevur gjørt sær egna meting um avgerandi brotskastið, sum KÍF fekk í evstu løtu.
- Eg havi valt at ikki síggja støðuna umaftur enn, men Mads Eriksen, sum dekkaði Rógva Weyhe í støðuni, sigur, at hann stóð uttanfyri feltið og at tað tí ikki var brotskast. Men ein verjuleikari følir kanska altíð tað, sigur Henrik Gerster at enda.
Henrik Gerster skrivaði fyri tveimum vikum síðani undir sáttmála, sum bindur hann at VÍF komandi kappingarár.