Henrik Gerster: eitt veruligt toppbrak

Henrik Gerster, høvuðsvenjari hjá VÌF helt, at 22-22 dysturin millum VÌF og H71 í Vestmanna var eitt satt toppbrak, har føroyskur hondbóltur vísti seg frá sínari bestu síðu. Henrik Gerster fegnaðist eisini um, at tað eydnaðist at heinta H71 aftur, og bjarga einum týdningarmiklum stigi í oddastríðnum í Atlantic Airways kappingini.

 

Ari Dam, málverji hjá H71 segði, at áðrenn dystin høvdu teir verið nøgdir við ein javnleik í Vestmanna, men sum dysturin útviklaði seg er hann harmur um, at teir ikki hildu fast ta seinastu løtuna.

 

Tað ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Henrik Gerster og Ara Dam undir greinini. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist málið hjá Agnar Joensen (VÌF) til 22-22.