Henrik Gerster deyður

Kendi hondbóltsvenjarin, Henrik Gerster, andaðist brádliga í gjárkvøldið.

52 ára gamli Henrik Gerster, sum hevur havt nógv við føroyskan hondbólt at gera, andaðist brádliga sunnukvøldið, tá hann small um í Danmark. Fyrstu ábendingarnir siga, at danin small um orsakað av blóðtøppi.

Henrik Gerster var eitt væl kent andlit innan hondbólt í Føroyum, har hann fyrst kom til Føroyar at spæla fyri H71. Síðani var hann eisini venjari fyri fleiri feløg í bestu deildini, umframt at hann eitt skifti eisini var landsliðsvenjari.

Í síni tíð sum hondbóltsleikari í Danmark, vann Henrik Gerster fimm ferðir danmarksmeistaraheitið og seks ferðir donsku steypakappingina. Í Føroyum gjørdist hann sum venjari fýra ferðir føroyameistari og fýra ferðir steypavinnari.

Ætlanin var at Henrik Gerster skuldi byrja sum venjari í danska felagnum, Odder, eftir summarfrítíðina, men orsakað syrgiligu umstøðunum má Odder nú finna sær nýggjan venjara ístaðin.