Hann hevur eina ætlan, tann 39 ára gamli Henrik Nielsen av Argjum.
Hann er útlærdur timburmaður, hann er trúgvandi og hann ynskir at stuðla teimum, sum eru úti í tænastu sum trúboðarar í øðrum londum.
Ein dagin fekk hann eitt frálíkt hugskot: Eg vil gera nakrar krossar úr góðum viði. Hesar vil eg selja til onnur, og so skal peningurin fara óskerdur til trúboðarar okkara.
Tað var ikki langt frá hugsan til gerð: Hann fekk fatur á góðum mahogni-viði, og eftir stuttari løtu hevði hann gjørt teir fyrstu 30 krossarnar.
1000 stykkir
Eitt er framleiðslan av hesum krossunum, sum hann ger óløntur og í frítíð sínari.
Nú er so søluarbeiðið eftir, og hevur tað eydnast honum at fáa eina bílegging til teir fyrstu 50 krossarnar. Hann hevur haraftrat fingið samband við handilin Home Design í Havn um at selja krossar hansara.
- Eg miði eftir at gera 1000 krossar og at selja teir fyri 100 kr. stykkið. Hetta gevur so 100.000 kr. til missiónina.
- Og tað eg veit, so kann hetta røkka sera langt, harúti sum trúboðararnir arbeiða, sigur ein sera bjartskygdur, Henrik Nielsen.
Aftur til røturnar
Henrik fylgir væl við í tí, sum hendir innan tað andaliga økið. Og hann veit tí eisini um, hvussu viðurskiftini eru hjá trúboðarunum úti í heimi.
- Tað kann mangan vera tungligt og torført. Tí er gott, at vit í Føroyum kunnu stuðla teimum bæði við bøn og við tí fíggjarliga, sigur hann.
Í dag eru føroyskir trúboðarar í mongum londum úti í heimi í Asiu, Afrika, Amerika - og útinna har tænastu sína eftir tí kalli, teir fingu.
Henrik hugsar kortini mest um andaligu støðuna í Norðurlondum. Tí sum hann sigur:
- Vit fingu jú gleðiboðini hagani. Og tí eiga vit eisini at bera teimum gleðiboðini aftur!
Í fyrstu syftu verða so mahogni-krossar hansara at fáa í Home Design í Dr. Jacobsensgøtu, men til ber eisini at fáa fleiri gjøgnum skrivstovuna hjá Heimamissiónini í Nesvík.