Henrik fer ongan veg

Í donskum miðlum hevur ljóðað, at Henrik Larsen hevur søkt leysa venjarastarvið hjá Partick Thistle, men hetta avsannar landsliðsvenjarin avgjørdur.

Landsliðsvenjarin

Tað var ein heldur kløkkur føroyskur landsliðsvenjari, sum Sosialurin fekk orðið á hósmorgunin. Sjálvur hevði hann annars verið í ferð við at gera seg til reiðar at fara til Frankfurt, har hann saman við FSF-ummboðunum skal fylgja lutakastinum, tá hann varð kunnaður um tíðdini á fótbóltsheimasíðuni, bold.dk. Har stóð nevnliga at lesa, at Henrik Larsen var millum teirra, sum hava søkt um leysa venjarastarvið hjá Partick Thistle í Skotlandi.
- Ja, hatta havi eg júst hoyrt sjálvur. Ein annar blaðmaður ringdi her fyri løtu síðani, og tá visti eg so slettis einki. Og lat meg beinan vegin siga, at hatta havi eg so einki við at gera. Eg havi so eisini ringt til teir, sum standa fyri bold.dk., og biðið teir gera so væl at avsanna hasi tíðindini.
- Um tað bara eru lótir frá felagnum, soleiðis at teir á hendan hátt kunnu skapa áhuga fyri starvinum, dugi eg ikki at isga, og tað leggi eg sum so heldur ikki í, sigur hann. Og leggur so flennandi afturat, at tað kanska er svenski Henrik Larsson, sum leitar sær arbeiði.

Gjarna Skotland
Tá eitt sindur meira av álvara aftur kemur í orðini, fer tosið tó at snúgva seg um komandi lutakastið, og her tykist Henrik at vera ein spentur maður.
- Tað er jú ikki líka mikið, hvussu bólkurin verður settur saman, so sjálvandi eri eg eins spentur og øll onnur.
Spurdur, hvørt hann hevur nøkur serlig ynski til lutakastið, sigur venjarin, at tað hevur hann sjálvandi.
- Skotland vil eg sjálvsagt gjarna hava í okkara part, men annars eru jú eisini aðrir spennandi møguleikar. Høvdu vit fingið okkurt av teimum heilt stóru, sum kunnu fylla stadion her hjá okkum, so vildi tað verið stuttligt, og so kanska okkurt norðurland eisini. Svøríki ella Noreg høvdu ikki verið so galin. Og eru vit heppin, so fáa vi kanska eisini tveir dystir móti Luxemburg?
- Tað einasta, eg vil sleppa undan, er, at vit fáa for nógv eystanlond. Fíggjarliga eru tey einki serlig, og ítróttarliga eru tey ofta tung at fáast við. Føroyar hava eisini ringar royndir av ferðunum eystureftir, og sum spælari minnist eg eisini, at tað ofta var sera trupult at fáa nakað sum helst burtur úr teimum dystunum. Men nú fáa vit at síggja. Vit eru jú ikki sjálvir harrar yvir, hvussu tað fer at ganga, so tað er bara at vóna tað besta, sigur landsliðsvenjarin at enda.